Ein 23 ára gamal maður í Noregi, sum var komin úr útlandinum og tískil skuldi verið í sóttarhaldi í 14 dagar, hevur fingið 20.000 norskar krónur í bót. Í staðin fyri at fara í sóttarhald, fór hann í eina veitslu, og hetta kostaði honum stóru bótina.
Tað skrivar norska kringvarpið í dag.
Tað vóru fólk, sum vóru í veitsluni, ið meldaðu unga mannin til løgregluna, og maðurin játtaði seg sekan í at hava brotið norsku smittuverjulógina. Við norska kringvarpið sigur løgreglan, at um maðurin ikki rindar bótina, noyðist hann 15 dagar í geglið.
Hetta er annar norðmaðurin, sum fær bót fyri at bróta smittuverjulógina. Herfyri noyddist eisini ein maður í 40-árunum at rinda 10.000 krónur í bót, eftir at hann hevði hostað og harkað móti starvsfólki á einari læknaskrivstovu.
Maðurin kom inn á læknaskrivstovuna við munnbindi. Hann tók munnbindið av og segði, at hann hevði korona-smittu. Síðan hostaði hann kring um seg. Norska løgreglan arbeiðir eisini við øðrum málum av slíkum slagi.











