Stórar bólkar heldur enn gudstænastur

Norkirken í næststørsta býnum í Noregi, fer nú at minka um talið á felags gudstænastum sínum.

Ístaðin verður kirkjuliðið býtt upp í smærri felagsskapir við 30-50 fólkum í hvørjum. Endamálið er at røkka longur út.

Orsøkin til hetta óvanliga stigið er, at kirkjan skal høvuðsumvælast komandi ár, og tí var neyðugt at finna einhvørja loysn. Hetta gav leiðsluni eitt høvi at hugsa nýtt, og hetta verður nú sett í verk.