Stórar avbjóðingar fyri framman hjá kvinnulandsliðnum

Føroyska kvinnulandsliðið í hondbólti er farið undir fyrireikingarnar til Challenge Trophy kappingini, ið tær skulu luttaka í síðst í apríl mánaða.

Tað eru spennandi avbjóðingar, ið standa føroyska kvinnulandsliðnum í hondbólti fyri framman. Í døgunum frá 28 apríl til 2 mai skal liðið taka lut í sonevndu Challenge Trophy kappingini hjá europeisku hondbóltssamgonguni EHF. Kappingin verður í italska býnum Mezzocorona, og mótstøðuliðini verða Ísrael, Letland og Belgia.

Góðar vónir
Føroyski landsliðsvenjarin, Svein Rógvi Nielsen, sigur, at tey vita so at siga einki um mótstøðuliðini. Føroysk ungdómslandslið hava áður leikt móti hesum tjóðum, og í flestu førum hevur tað endað við einum tapi upp á okkurt um trý ella fýra mál, sigur Svein Rógvi Nielsen. Tó veit hann at siga, at flestu leikararnir hjá hesum tjóðum spæla ikki í sínum heimlandi, men í sterkari útlendskum kappingum.
Landsliðsvenjarin sigur, at eftir hansara tykki er hetta ein tann besti møguleikin hjá føroyska kvinnulandsliðnum nakrantíð at fáa nøkur góð úrslit, tí støðið í heimligu kappingini er so mikið høgt. Teir mongu útlendingarnir í føroysku feløgunum hava verið við til at hækka støðið á kappingini munandi, heldur Svein Rógvi Nielsen.
Av somu orsøk sigur venjarin, at útgangsstøðið hjá teimum er at fara eftir einari góðari plasering, og tað skuldi ikki verið heilt ómøguligt, leggur Svein Rógvi afturat. Tó sigur Svein Rógvi, at talan er um eina sera strævna leikskrá, har føroyingarnir skulu leika tríggjar dystir dag um dag, og tað er ikki nakað, ið okkara leikarar eru vanar við.

Trupult at savna hópin til venjingar
Meðan føroyska landskappingin koyrir, er tað ógvuliga trupult hjá føroyska landsliðsvenjaranum at savna sínar leikarar til venjingar. Leikskráin í landskappingini er so full, at sera fáir frídagar eru, har til ber at savna hópin. Tískil eru bert nakrar fáar venjingar á skránni, áðrenn føroyska landskappingin endar 3. apríl.
Eftir kappingarlok verður so av álvara farið undir venjingarnar. Ikki færri enn 16 venjingar eru á skránni, áðrenn farið verður til Italia.
Teir leikarar, ið til dagligt eru búsitandi í Danmark og spæla í donskum feløgum, koma ætlandi til Føroya á páskum at taka lut í venjingunum tá. Talan er um fýra útisetar, ið Svein Rógvi hevur tikið út til landsliðshópin. Tær eru Ann Mari Káradóttir Durhuus, ið leikar á unglingaliðnum hjá Ajax, ið liggur nummar eitt í donsku unglingakappingini, Gunnleyg Berg, Katrin Dam á Neystabø og Simona Hansen, ið allar leika í donsku 1. deild, ið er næstbesta deildin í Danmark.
Arbeitt verður eisini við at fáa onkran danskan leikara, ið hevur føroyskar røtur, við á liðið. Millum annað verður kannað, um fyrrverandi Viborg leikarin, Majken Larsen, ið sigst verða hálvur føroyingur, hevur hug til at verða við á føroyska landsliðnum. Majken Larsen spældi á besta liðnum hjá Viborg í mong ár, áðrenn hon seinasta kappingarár valdi at taka tað eitt sindur meiri róligt. Nú spælir hon í næstbestu donsku deildini við Skive FH í heimbýnum hjá sær. Hon hevur áður leikt á danska landsliðnum, men tað eru fleiri ár síðani, og sambært Svein Rógva Nielsen loyva altjóðu reglurnar, at leikari kann skifta landslið, um rúm tíð er farin síðani seinasta landsdystin. Eisini hevur verið tosað um Anju Byrial Hansen, ið er systir føroyska landsliðsleikaran í fótbólti, Johan Byrial Hansen. Mamma teirra er av Toftum, og Anja var í nógv ár fastur strikuspælari hjá danska landsliðnum og hevur vunnið bæði OL-gull, HM og onnur heiðursmerkir. Hon gavst rættiliga tíðliga, tá hon fekk sær familju, men ætlanin er at vita, um hon framvegis spælir á rímuliga høgum støði, og um hon hevur hug til at umboða Føroyar.
Í løtuni eru okkurt um 30 leikarar í hópinum, men tá ið farið verður til Italia telur hópurin einans 16 leikarar. Tískil eru tað fleiri leikarar, ið skulu sáldast frá, og tær fyrstu verða sáldaðar frá longu í dag. Landsliðið hevur venjing í Havn í dag, og tá verður nakrir leikarar sáldaðir frá, sigur Svein Rógvi Nielsen.

Søguligir dystir hjá føroyingum
Kappingin í Italia er eitt endaspæl, har spælt verður um at koma víðari til play-off dystir til tey stóru endaspølini. Svein Rógvi Nielsen sigur, at hetta er fyrstu ferð síðani 1982, at eitt føroyskt a-landslið er við til eitt slíkt endaspæl.
Somuleiðis er eisini rúm tíð gingin, síðani okkara kvinnulandslið síðsti leikti ein altjóða landsdyst. Seinasti dysturin var ímóti Svøríki í Havn í 1999.
Um fíggjarligu umstøðurnar verða til tað, ætlar landsliðsvenjarin hjá Føroyum, at føroyski hópurin skal fara av landinum nakrar dagar undan kappingini í Italia, so at møguleiki verður fyri tveimum venjingardystum í Danmark, áðrenn leiðin gongur víðari. Møguleiki er fyri at fáa tveir venjingardystir móti danska felagnum Ajax, ið leikar í 1. deild, og tað hevði verið ógvuliga kærkomið, sigur føroyski landsliðsvenjarin Svein Rógvi Nielsen.