MANDELA
Ein av teimum mongu felgsskapunum, sum arbeiddi fyri at fáa Nelson Mandela leyslatnan, var Amnesty International.
Forkvinnan í Amnesty International Føroya deild, Annika Sølvará, heldur, at Mandela nú eins og áður er ein øgiliga týdningarmikil persónur.
- Hann er ímyndin av einum politiskum fanga, og hann hevur uttan iva givið nógvum øðrum fangum vón at halda fram, sigur Annika Sølvará.
Nelson Mandela var ein av teimum fyrstu, sum Amnesty International adopteraði sum samvitskufanga í 1962. Hetta merkir, at Amnesty velir at fara aktivt inn í málið.
Men Nelson Mandela var ikki samvitsku fangi hjá Amnesty International longur enn til 1964, tá hann gjørdist partur av einum undirgrundsheri.
- Tað var nógv rok í sambandi við hetta, tí Amnesty kann ikki hava samvitskufangar, sum hava brúkt ella eggjað til harðskap, og tað gjørdi Mandela, sigur Annika Sølvará.
Men hetta merkir ikki, at Amnesty slepti Nelson Mandela upp á fjall. Arbeitt varð framvegis við at tryggja honum eina rættvísa rættargongd. Eisini úr Føroyum varð arbeitt við at fáa hann leysan úr fongslinum sum politiskur fangi.
- Nelson Mandela hevur síðani takkað m.a. Amnesty fyri teirra arbeiði, men Amnesty ynskir á ongan hátt at taka heiðurin fyri at Mandela varð latin leysur. Hann stuðlar arbeiðinum hjá Amnesty í dag, og hann var seinast við til eina konsert í samband við 40 ára føðingardagin hjá Amnesty í Onglandi, sigur Annika Sølvará.
Ikki beiskur
Sum menniskja er Nelson Mandela ein ótrúliga spennandi persónur og fyrimynd hjá mongum, heldur Annika.
- Eitt tað størsta við honum er, at hann ongantíð hevur verið beiskur. Tá hann varð leyslatin, segði hann, at nú var tað gloymt og hyggjast skuldi frameftir.
Hetta er ótrúligt av einum manni, sum hevur sitið innibyrgdur í so nógv ár, sigur Annika Sølvará.
Sjálv hevur hon lisið ævisøguna eftir Nelson Mandela. Hon kallar bókina fyri kanska tað sterkastu og mest hugvekjandi og inniligastu bók, hon hevur lisið.
- Hann er ongantíð beiskur. Allatíðina royndi hann at finna nýggjar útvegir, og hann varðveitti vónina. Tað er fantistiskt av einum tílikum manni, sigur Annika Sølvará.
Symbol
Júst hetta við, at hann ongantíð er beiskur ella missir vónina, ger Nelson Mandela til eitt hin sterkasta og mest týdningarmikla persónin og symbolið fyri arbeiðinum til frama fyri mannarættindinum.
- Tað, at hann heldur seg til sína moralsku sannføring, ger hann til eitt stórt symbol kring allan heim, sigur Annika Sølvará.
Nelson Mandela gjørdist forseti í Suðurafrika stutt eftir, at hann varð leyslatin. Har virkaði hann fyri mannarættindum fyri øll, og hann vísti ongantíð hevndarhug móti teimum hvítu, sum høvdu fongslað hann.
Hóast hann fyllir 85, so hevur hann enn stóran týdning.
- Herfyri segði hann seg ikki vilja hitta George Bush, og hetta sendir eitt ótrúliga sterkt signal, sigur Annika Sølvará.
Hjá Amnesty International eins og aðra staðni fegnast tey um, at Nelson Mandela sum politisku fangi varð latin leysur, og hann heldur fram við at arbeiða fyri mannarættindum.