Fóðurbáturin Stórafles, sum hvarv av Kaldbaksfirði í ódnarveðrinum fríggjanáttina, er sædd aftur. Tað skrivar Fiskiveiðieftirlitið á heimasíðuni.
Har hava tey fingið fráboðan um, at tvíkyljan Stórafles hjá P/F Týggjará, sum sleit á Kaldbaksfirði hóskvøldi, er sædd flótandi í øllum góðum eystur av Fugloyarbankanum.
Havbúgvin boðaði frá bátinum klokkan 14:30, og er Tjaldrið á veg eftir bátinum.
Eisini er fráboðan komin um ein aliring, sum er flótandi á 6142N - 0609V
P/F Týggjará arbeiðir við at fáa onkran eftir honum.
Skip og bátar, verða biðin um, at ansa eftir flótandi rekum.