Stýra uttan um reglurnar

- Føroyskir myndugleikar siga seg einki kunna gera, og nú hevur eitt fiskiskip uppdagað góða fidusin og hevur fingið sær manning av Filipsoyggjunum. Føroya Skipara-og Navigatørfelag heldur eisini aðalfund í dag. Fundurin hjá felagnum er í Norðurlandahúsinum og byrjaði klokkan 11.

Í síni ársfrágreiðing nam formaðurin, Eyðstein Djurhuus, við nógv ymisk mál og viðurskifti av felags áhuga.

Ein spurningur, sum viðgjørdur verður í ársfrágreiðingini, er, hvør skal manna okkara fiskiskip.

- Arbeiðs-og uppihaldsloyvi krevst til fiskimenn, sum skulu sigla við føroyskum skipum. Tó er hetta ikki galdandi, um skipið ikki kemur regluliga í føroyska havn.

Eyðstein visti á, at skip, sum fiska og avreiða í eitt nú Kanada, koma ikki undir hesa áseting.

- Føroyskir myndugleikar siga seg einki kunna gera, og nú hevur eitt fiskiskip uppdagað góða fidusin og hevur fingið sær manning av Filipsoyggjunum. Eftir ætlan skal veiðan uppskipast uttanfyri Føroyar fyri síðan at verða flutt higar við farmaskipi til sølu og framleiðslu.

- Jú, sanniliga verður nógv sett í verk fyri at stýra uttan um reglurnar, segði Eyðstein Djurhuus.

Sum formaður í Føroya Skipara-og Navigatørfelag segði hann, at manningarfeløgini duga væl at síggja vandan í hesi gongd.

- Vandi er fyri, at øll sáttmálaviðurskifti fara fyri bakka, um hetta óskil ikki verður steðgað, segði Eyðstein Djurhuus.

Hann legði aftrat, at felagið hevur fingið tilsøgn frá Anniku Olsen, landsstýriskvinnu um, at reglurnar í útlendingakunngerðini verða strammaðar upp, soleiðis at útlendingar koma at virka undir somu treytum sum onnur útlendsk arbeiðsmegi.