Stóra takið í Kvívík

Sáttmáli er nú undirskrivaður um útbyggjan av skúlanum í Kvívík. Hetta er størsta verkætlanin í søguni hjá Kvívík og inniber m.a., at skattaprosentið hækkar

BYGGING

Mánakvøldið varð sáttmáli undirskrivaður, sum setir ferð á størstu verkætlanina í søguni hjá Kvívíkar kommunu.
Talan er um útbyggjan av skúlanum í bygdini.
Verkætlanin er so dýr, at kvívíkingar nú skulu gjalda meira skatt til kommununa. Fyri at fíggja byggikostnaðin upp á 12,8 mió. er skattaprosentið voksið úr 17% til 19%.
Men hetta er neyðugt, heldur borgarstjórin.
? Verandi umtøður hjá skúlanum eru ikki nøktandi. Og vit ætla ikki at seta kommuna í stóra skuld, sigur Heini Holm, borgarstjóri í Kvívíkar kommunu.
Fýra stovur
Stóra útbyggingin av skúlanum í Kvívík merkir fýra nýggjar skúlastovur, eitt nýtt høli til fysik/kemi, eina lærarastovu, kontór og eina hampuliga stóra høll, sum kortini ikki er nøkur ítróttarhøll. Eisini verður kjallari gjørdur, har møguleiki er at hava forskúla.
Verandi skúli verður longdur suðureftir, har hann stendur í dag, Frammi í Gerðinum í Kvívík.
Heini Holm sigur, at skúlin hýsir millum 55 og 65 børnum árliga, og hetta krevur eitt sindur av plássi.
Beint undir sekshundrað fólk búgva í Kvívíkar kommunu. Harav búgva 50 teirra á Válinum, og hesi børnini ganga í skúla í Vestmanna.

Størst
Tað er G.A.J. Smíð, sum týskvøldið fekk ?høvuðsenterprisuna?. Grækaris Joensen, stjóri, skrivaði saman við Heina Holm undir sáttmálan.
Sum sagt er hetta størsta verkætlanin nakrantíð hjá Kvívíkar kommunu. Í áttatiárunum varð bátahylur bygdur. Hesin var ikki eins kostnaðarmikil, men stórt lán varð tikin. At taka lán er nakað, bygdarráðið í Kvívík ikki ger soleiðis uttan víðari.
? Vit ætla at gjalda kostnaðin av skúlanum sohvørt. 400.000 eru settar av um mánaðin, og vit ætla bert at taka eitt lán upp á tvær milliónir, sigur Heini Holm.
Skúlin skal eftir ætlan standa liðugur til skúlaárið 2005/2006. Kommunan skyldar einki sum er, men tey tora at taka eitt lán, tá mett verður, at hetta stigið er somikið neyðugt at taka.
At so nógvur peningur verður nýttur til skúlan hjá einari lutfalsliga lítlari kommunu ger sjálvsagt, at aðrar íløgur mugu bíða.
? Tær størru íløgurnar mugu so bíða. Vit hava ymisk smærri prosjekt ígongd, men eitt nú røktarheim má bíða, sigur Heini Holm.
Borgarstjórin sigur, at í Kvívík verður at kalla einki tosa um samanlegging, og roknað verður so avgjørt ikki við, at hetta kemur upp á tal í næstum. Kommunan samstarvar sum er við Vestmanna kommunu um ymiskt.
Nýggi parturin av Kvívíkar skúla verður sum sagt tikin í nýtslu í august 2005, tá eitt nýtt skúlaár og eitt nýtt tíðarskeið í Kvívík byrjar.