eftir Roger Priddy. Pauli Hansen týddi úr enskum
Nú er hon her! Bókin um alt millum himmal og jørð. Við vøkrum myndum, óteljandi smálutum, undranarverdum stórum og smáum, litum og hugskotum tekur bókin børnini við út at ferðast eina hugtakandi fer, har tey helst fáa enn størri fong enn tey fyrstu orðini.
Tú fert á flog á tí flúgvandi teppinum. Heimanífrá. Út í náttúruna. Longri. Yvir markir, har alskyns litfagrar og villar blómur vaksa. Tú koyrir í einum stórum lastbili á einum veldigum byggiøki. Tú svimur á víðum havi, meðan fiskatorvur spæla sær í tí myrka dýpinum. Tú flýgur uppi yvir einum stríputum Zebrafylgi, sum liggur á biti á teim heitu, afrikansku slættunum.
? og vit kundu hildið fram?
Ein mynd kann siga meir enn túsund orð, og í Stóru smábarna- og tøtlarabókini eru fleiri enn 800 myndir, ið heilt vist geva børnum og foreldrum nakað at tosa um.
Ávaring: Tað er púra vist, at henda bókin fær ikki børn at tiga.
»Stóra smábarna- og tøtlarabókin um alt« er 61 síður í litum. Spf. Gramar stóð fyri prentgerðini, og bókin kostar kr. 99,- í bókhandlunum.