Tað líkist sannleikans tíma í føroyskum manshondbólti sunnudagin. Tá verður endurtøka av steypafinaluni, og har vil StÍF helst prógva, at talan var um ein svipsara hjá teimum fyri tveimum vikum síðani.
Hjá Kyndli stendur hinvegin meira upp á spæl. Trupli útidysturin í Vestmanna varð vunnin mikukvøldið, og tí eru teir enn við í dystinum um pláss í FM-finaluni. Somikið væl við, at eydnast teimum at basa strandingunum sunnudagin, kann væl vera, at talan verður um reella hálvfinalu, tá Kyndil tann 9. mars spælir grannauppgerð móti Neistanum.
Ikk ráð at kiksa
Júst Neistin spælir eisini í Havn um vikuskiftið. Teir taka móti VÍF leygardagin í einum dysti, sum teir bláu als ikki hava ráð at tapa. Seinastu mánaðirnar hevur Neistin sýnt rættiliga óstøðugt spæl, men nú Kyndil av álvara nærkast, eru teir bláu í vanda fyri at missa finaluplássið. Og skal tann vandin ikki gerast enn størri, hevur Neistin snøgt sagt ikki ráð at tapa leygardagin.
Seinasti dysturin hjá monnum hetta vikuskiftið verður í Kollafirði, har KÍF tekur móti H71.