Nú er greitt, at dómarnir í stóra rúsevnismálinum, sum hevur verið fyri Føroya rætti seinastu dagarnar, verða sagdir tann 7. mai Stóra rúsevnismálið er av á hesum sinni. Tað næsta sum hendir í málinum verður mánadagin 7. mai, tá dómarnir verða sagdir.
Inntil tað tíð fara verjar og ákæri at fáa seinastu tingini uppá pláss. Greitt er nú, at einstakar ákærur detta burtur, so eisini skal staðfestast, hvussu stórar mongdir av rúsevnum talan er um.
Ákærin Linda Hesselberg sigur, at sakin umfatar ikki undir 200 gramm av amfetaminm meðan ein av verjunum í rættinum í dag vísti á, at síðani málið byrjaði er tað nógv tódnað.
- Upprunaliga tosaðu vit um fleiri kilo av hassji og eitt hálvt kilo av amfetamin, men nøgdirnar eru so nógv minni nú síggja vit, segði hann í Føroya rætti fyri løtu síðani.










