Nú fer planet.fo aftur undir eina stóra kapping, har vinningurin hesaferð er ein LG Arena fartelefon frá Føroya Tele. Nú er planet.fo aftur í gávuhýri.
Summari er komið, og tí fer planetin nú undir enn eina stóra kapping, har luttakararnir hesaferð skulu greiða frá einari minniligari uppliving á einum festivali.
Eingin mørk eru fyri, hvat luttakararnir kunnu skriva um. Einasti kravið er, at upplivingin stavar frá einum festivali.
Stóra Planetkappingin letur hesaferð eina LG Arena fartelefon frá Føroya Tele til vinnaran. Fartelefonin hevur virði á 3.895 kr.
Søgurnar skulu sendast á planet@sosialurin.fo ella barbara@sosialurin.fo, og seinasta freist er hósdagin 30. juli.
Søgurnar verða lagdar á planet.fo, men eingi nøvn verða upplýst á heimasíðuni.
Kortini skal navn, bústaður og telefonnummar upplýsast í teldupostinum, soleiðis at samband kann fáast við vinnarnar eftir kappingina.









