Stóra Pakkhús fekk 10.000 krónur

Lions Klubburin í Suðuroy hevur latið Stóra Pakkhúsi í Vági ein styrk til tað stóra virksemi, sum er í húsinum

Gáva

Hóast Stóra Pakkhús í Vági ikki hevur nógv ár á baki er tað vorðið ein rættiligur mentanarmiðdepil í Vági.
Talan er um eitt gamalt pakhús á Gørðunum, sum Vágs Sóknar Bygdarsavn í Vági hevur gjørt ístand- men tað er gjørt við stórari virðing fyri tí gamla sum var, bæði innan og uttan.
Síðani hava nógv tiltøk verið í húsinum av øllum handa slagi, bæði fyrilestrar, evnisdagar tónleikur, framsýningar og fundir av ymsum slagi. Av tí meiri fólksliga kann eisini nevnast, at fólk hittast har javnan at hyggja eftir fótbólti í stórskíggja og hvønn fríggjadag er Fimmari, har nógv fólk plaga at hittast at runda arbeiðsvikuna av eini hugnaligari løtu.
Í vetur fer Stóra pakkhús eisini at hava opið fyri børnum hvørt týskvøld. Tey yngru verða fyrr um kvøldið og tey eldru seinnu. Hetta verður nágreiniligri lýst seinni.
Og uppi á Loftinum í Pakkhúsinum er sjósavn.
Lions Klubburin í Suðuroy helt, at eitt slíkt tiltak varð vert at stuðla og eini lítlari samkomu á Gistingarhúsinum í Øravík nú ein dagin fekk Vágs Sóknar Bygdarsavn ein kekk upp á 10.000 krónur, sum er markaður til virksemið hjá Stóra Pakkhúsi.
Tað var Dennis Holm, sum tók ímóti kekkinum fyri Bygdarsavnið og hann duldi ikki fyri, at hann fall á eitt turt stað, tí tað er dýrt at reka eitt slíkt hús.
Nógv arbeiðið er sjálvboðið, men Vágs Kommuna stuðlar húsinum rættiliga væl og Bygdarsavnið yvirhøvur fær stuðul frá fornminnissavninum.
Men hann helt avgjørt, at tað var stríðið vert, tí húsið varð vorðið eitt rættiligur savningarstaður og hann nevndi, at hvønn mánað í vetur hava eini 600 fólk í húsinum um mánaðin, men í summar hevur talið verið munandi størri.