Kim Simonsen
Andy hevur eina pena íbúð. Hann er sum tað eitur á føroyskum ein gamal drongur, ella single sum vit siga í dag. Hann brúkar sína løn til at keypa elektronisk tól, og so savnar hann uppá actiondukkur (sum hann ikki tekur úr eskjuni).
Andy hevur ávísar barnsligar síður. Hann fer t.d. til arbeiðis á súkklu, hetta er óvanligt og nærum skomm í USA. Stóra problemið hjá Andy, er at hann ongantíð hevur verið saman við einum konufólki, og nú er hann 40 ára gamal.
Tá arbeiðsfelagirnir fáa hetta at vita, gera teir alt fyri at fáa Andy at nærkast konufólkunum, men hetta gongur sera illa. Andy fær øll møgulig ráð frá vinunm, m.a. at hann skal drekka damurnar fullar. Hann roynir seg ymisk støð í býnum. Fyri tað mesta er eingin endi á hvussu pínligar hesar royndir eru fyri Andy.
Andy Stitzer er spældur av Steve Carrell, ið er kendur frá filminum "Anchorman", har hann var sera dugnaligur.
Hesin filmurin minnir um ein film um sex og "fyrstu ferð" fyri tannáringar, sum "The Jerk " og "Deltakliken", men hann er ikki líka góður sum "Deltakliken". Hetta er sjálvandi ein mannfólkafilmur, men til endans er hetta ein romantisk komedia. Her er okkurt at flenna eftir, men filmurin er ov langur og søgan ov tunn. Gjørligt var at gjørt allan filmin sum ein sitcom uppá 25 minuttir.
Blomstur og býflugur
Andy er ein sámiligur maður, hann er smæðin og heldur keðiligur, eins og hesin filmurin. Andy er ósekur í mun til vinirnar, ið roykja hasj, spæla kort og renna eftir konufólkum. Eitt er sikkurt, at ráðini hjá vinunum byggja á rættuliga kvinnufíggindaligar metingar. Í seinasta enda eru teir óvissir og í iva, tí koma teir við slíkum svikaligum ráðum.
Tá avtoðnar er tað kanska Andy, ið er hin mest vanligi av teimum øllum, sjálvt um hann ikki hevur mist sín moydóm sum 40ára gamal. Filmurin sigur okkum eitt sindur um at kynslívið í dag er tað sum skal siga okkum hvørji vit eru, serliga yvir fyri hinum. Sannleikin er at Andy er ein rættuliga fittur maður, men at tað er umhvørvið, ið ikki vil góðtaka at hann ongantíð er farin í holt við tann partin av lívinum, ið hevur við tað kynsliga at gera. At halda at Andy er ein hópdrápsmaður, bert tí hann ikki rennur eftir konufólki, sigur meiri um tey sum halda hetta.
Andy møtir seinni kvinnuni Trish, tey byrja at síggjast, men hvussu skal Andy siga henni, at hann enn ongantíð hevur sovið við eini kvinnu. Tað sum hevur áhugan hjá Andy er at forelska seg.
Men hitt við konufólkunum, er ikki nakað hann reypar um, tí hann er ein beskeðin og lítillátin maður. Men einaferð skal sannleikin koma fram og einaferð skal Andy ikki longur verða órørdur av kvinnuhond, tað er hetta filmurin fær okkum at bíða alt ov leingi eftir.
Av 6 møguligum stjørnum fær hesin filmurin 2.
"The 40 Year Old Virgin"
USA, 116 minuttir. Sýndur í havnar Bio frá 23. September.
16 ára aldursmark.
Leikandi:
Andy StitzerSteve Carrell
TrishCatherine Keener
DavidPaul Rudd
JayRomany Malco
CalSeth Rogen
Leikstjórn:Judd Apatow