Dansibandfestivalurin er í hæddini.
Í gjár spældu Vestmenn og Sunrise til dans, umframt at felagssangur og annað var á skránni.
Í dag hevur m.a. stórt morgunmatarborð verið og eisini dansibandsguðstænasta.
Stóra dansikvøldið er í kvøld, tá norska Anne Nørdsti fer á pall við sínum fólkum, og spælir góðar norskar dansitónar. Eisini fer Hans Jacob Hjelm á pall í heimbygdini í kvøld.