Stóra klaffabókin hjá Flekki

Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur givið út Stóru klaffabókina hjá Flekki eftir Eric Hill. Eyðna Magnussen hevur týtt

Flest øll børn í Føroyum kenna Flekk, hóast tað eru nøkur ár síðan seinasta bókin um heimsgitna, flekkuta hundahvølpin kom út hjá okkum. Tað merkir tó ikki, at høvundurin, Eric Hill, er givin, tí framvegis koma nýggjar Flekk-bøkur á hvørjum ári. Áður gav forlagið Nýlendið Flekk-bøkurnar út, men framyvir er tað Bókadeild Føroya Lærarafelags, sum fer at standa fyri føroysku útgávunum.
Henda bókin er stór klaffabók. Saman við Flekki og vinum hansara uppliva vit mangt spennandi og stuttligt. Bókin er á tremur við klaffum at lata upp, og tað ger tað stuttligt at læra tøl, litir, o.m.a. Stóra klaffabókin hjá Flekki er 20 bls. Í litum, innbundin og prentað á haldgott papp í stórum broti. Bókin kostar 85 kr.