Heiðabáturin vann tryggan sigur í góðveðrinum í Fuglafirði seinnapartin.
Nógvu áskoðararnir á havnarlagnum og øll tey, sum sótu í bilunum uppi á landsvegnum, vóru eygnavitni til, at Ørvur legði bragdliga fyri, og at Argjabáturin eisini bjóðaði av.
Men stutt eftir at startspurturin var av, fall alt so at siga upp á pláss. Heiðabáturin legði seg á odda, og har var hann liggjandi. Á málinum var hann eina bátslongd frammanfyri Argjabátin.
Kappingin um næstfremsta plássið var skiftandi og spennandi. Ørvur, Argjabáturin og eisini nýggi Árnfirðingurin vóru við í kappingini.
Argjabáturin var góða hálva bátslongd frammanfyri Árnfirðingin, sum aftur var hálva bátslongd frammanfyri Ørv. Merkisvert var tað, hvussu væl Árnfirðingur hesa ferð var við í kappingini um fremru plássini.
Hesar seinastu vikurnar hevur Svein Rógvi Nielsen, sum í fjør var við Klaksvíkingi, verið venjari hjá Árnfirðingi.
Varmakelda 2007 - 8 mannafør
1 Heiðabáturin 07:02.01
2 Argjabáturin 07:05.00
3 Árnfirðingur 07:07.09
4 Ørvur 07:09.02
5 Knørrur 07:20.19
Støðan í FM - 8 mannafør
1 Heiðabáturin 28
2 Argjabáturin 20
3 Ørvur 15
4 Árnfirðingur 11
5 Knørrur 10
Fyribils startrøðin á komandi stevnu
1 Ørvur
2 Argjabáturin
3 Heiðabáturin
4 Árnfirðingur
5 Knørrur









