Tað munnu vera mangir festivalgestir, ið hava kannað sær veðrið nú G! Festivalurin byrjar í kvøld. Tey sum hava gjørt tað, hava møguliga lagt merki til, at tað ikki sær gott út í morgin. Norska veðurstovan YR lovar nevniliga nógv regn í annaðkvøld. Men tað fær ikki fólkini handan G! at falla í fátt.
- Eg havi valt slett ikki at hyggja eftir veðurvánunum, tí higartil hava tær ikki verið álítandi. Tað hevur millum annað verið boðað frá nógvum regni, tá vit skuldu seta upp, men tá var sól. So tað sær út til, at regnið ikki vinnur á okkum í ár, sigur Sigvør Laksá, stjóri í G!
Fyrireikararnir kunnu eisini taka tað eitt sindur meira róligt í ár enn undanfarnu ár, tí ein týðandi broyting er gjørd, ið ger at veðrið ikki hevur eins stóra ávirkan sum áður. Eysturkommuna hevur nevniliga stoypt eitt fundament í sandin har stórir pallurin stendur.
- Tað er ótrúligt, tí vit sleppa undan at stúra um veðrið Vit hava ongan ampa av vatn og flóð longur. Nú er tað bara, um tað er ov nógvur vindur, at pallurin má takast niður. Sum fyrireikari er tað stuttligt at síggja, at pallurin er vorðin so tryggur, sigur Sigvør Laksá.