Stóra hetjan

Tá hann varð skiftur út 10 minuttir fyri leiklok, var fagnaðurin øgiligur kring vøllin. Við einum reinum hat-trick var Sorin Anghel meira enn nakar annar ímyndin av stórtapinum, sum HB fekk oman yvir seg á Eiðinum, og tí er einki at siga til, at talan var um ein fegnan spælara, sum vit hittu eftir dystin.
- Sjálvandi er tað deiligt, at vit vinna so nógv. Vit eru tó ikki nóg konsentreraðir fyrsta hálva tíman, men vit blíva við, og vit fáa alla tíðina møguleikar. Og tá vit so eisini byrja at skora, so megna vit at avgera dystin. Tað er annars ein trupulleiki, sum hevur kostað okkum nógv á heimavølli, har vit hava spælt alt ov nógvar javnleikir, helt hann.
Um sjálvan dystin og uppleggið hjá EB/Streymi, helt hann, at her hevði tað mesta riggað eftir ætlan.
- Vit tosaðu nógv um tað áðrenn dystin, at móti HB, so nyttar tað ikki bara at spæla langar bóltar. Vit vistu, at vit máttu halda bóltinum á jørðini, og tað eydnaðist fyri tað nógva. Og so stríðast vit alla tíðina sera væl fyri hvørjum øðrum.

Droymir um Europa
Avrikið hesaferð og málini, sum Sorin nú av álvara hevur funnið, gera tað kanska ikki heilt vónleyst hjá EB/Streymi at droyma europeiskar dreymar. Og hóast hann ásannaði, at tað enn er nakað eftir til hetta málið, so staðfestir Sorin, at tað er eitt av avgjørdu málum hansara.
- Tað hevur verið mín dreymur, síðani eg kom til Eiðis. At spæla Europa-Cup dystir við EB/Streymi. Og skal eg vera púrasta erligur, so rokni eg eisini við, at gerst veruleiki, um vit megna at halda fast um fólkið á liðnum. Her eru ein rúgva av evnaríkum spælarum, sum als ikki hava toppað enn. Kunnu vit halda liðnum saman í eini tvey ár afturat, so ivist eg ikki í, at vit kunnu stríðast heilt frammi í oddinum, staðfesti rumenski framherjin at enda.