Páskir eru tann týdningarmesta kristna høgtíðin og verða Páskir hildnar til minnis um Kristi deyða og uppreisn frá deyðum. Páskir eru fyrsta sunnudag eftir fyrsta fullmána eftir vár javndøgur. Sjálvt heitið Páskir stavar frá jødisku hátíðini pesach, ið er til minnis um ferðina út úr Egyptalandi. Páskir eru sum nevnt hin størsta hátíðin hjá kristna heiminum, har vit minnast Jesu líðing og deyða á krossinum fyri okkara syndir. Søgan um Jesus, Guds son, sum gjørdist menniskja eins og vit vanligu menniskju, hansara líðing og deyða, er ein grim og ræðulig søga, sum samstundis ímyndar eina livandi vón teirra kristnu við tí gleðiboðskapi, sum henda søga fyrst og fremst snýr seg um. Páskir eru tískil ikki bert eitt dapurt minni um nakrar ræðuligar hendingar í Jerusalem fyri meira enn tvey túsund árum síðan. Páskirnar skulu eisini minna okkum á ein mestsum ófatiligan gleðiboðskap, sum stendur okkum øllum menniskjum í boði og sum gjørdist veruleiki páskamorgun.
Á Páskum eins og við aðrar stórar høgtíðir er ríkligt høvi at hugsa um tilveruna og umhugsa, hvørt vit nú bera okkum at, sum tað sømir seg kristnari tjóð. Føroyingar eru eins og onnur menniskju ymiskir og hava ymsar átrúnaðarligar áskoðanir. Vit hava lyndi til at blanda politikk og átrúnað saman. Hetta er sum kunnugt ikki eitt serføroyskt fyribrigdi, men er at finna í øllum londum, har átrúnaður stendur sterkur í fólkinum. Hetta er sjáldan til gagns fyri fólkaræðið, sum í sínum grundvølli er og eigur at vera sekulert. Har átrúnaðarlig sjónarmið mynda eitt flokspolitiskt støði hevur hetta lyndi til at ganga út yvir tolsemið og átrúnaðarligir flokkar hava lyndi til at gerast fanatiskir og óvikiligir - mestsum blindir og deyvir fyri sjónarmiðunum hjá øðrum politiskum flokkum og áskoðanum. Menniskjað fyrst – síðan kristin, segði Grundtvig, ið hevur havt sera stóran týdning um øll Norðurlond. Kanska skuldu vit øll tikið í egnan barm og havt hesi fyndarorð eitt sindur meira í huga í gerandisdegi okkara.
Vit liva í eini tíð og í eini mentan, har tað tykist, sum tað ræður um at hava rætt, um at jarðleggja mótstøðupartin í verbalum ella politiskum orrustum, har vit støðugt eru í vanda fyri at gloyma tað menniskjansliga og tað medmenniskjanliga. Vit síggja bert mótstandarin, vit síggja ikki menniskjað. Tað knípur við virðing, evnum og vilja at síggja mál og spurningar frá ymsum síðum. Hetta er tíverri alt ov vanligt í almenna orðaskiftinum og áttu vit øll at hugsa um hetta og at tikið eitt tak fyri at bøta um tónan í almenna rúminum, tað veri seg á tingi, í fjølmiðlunum ella manna millum. Hetta hevði helst gagnað fólkaræðinum og okkum øllum, eitt nú við, at mong, ið heilt einfalt ikki troysta sær at taka lut í almenna orðaskiftinum, tí tónin er so bonskur, høvdu komið á vøllin. Tað eigur at kunna bera til at vera djúpt ósamdur og samstundis hava virðing fyri tí persóni, ið ein er ósamdur við. Hetta er ein alment viðurkend demokratisk fortreyt og skuldi væl eisini verið ein kristinplikt. Við ynskinum um eini góð Páskir fyri allar føroyingar.