Stúra fyri yvirgangi um jólini

Amerikonsku myndugleikarnir siga seg hava fingið tekin um, at yvirgangsfelagsskapurin al-Qaeda fyrireikar atsókn at amerikonskum málum um jólini.

Um vikuskiftið herdu amerikonsku myndugleikarnir tilbúgvingina, tí teir bera ótta fyri, at felagsskapurin hjá Osama bin Laden, al-Qaeda, fyrireikar seg til at søkja at einum ella fleiri amerikonksum málum.

Ráðharrin fyri innanlendis trygd, Tom Ridge, segði sunnudagin, at vandi er fyri atsóknum bæði á jólum og á nýggjárinum, og at talan kann verða um líka oyðandi atsóknir sum tann 11. september í 2001.

Á einum tíðindafundi segði ráðharrin, at amerikanska fregnartænastan hevur skrásett fleiri tekin í seinastuni. Hann segði, at víðgongdir felagsskapir sum al-Qaeda hava kanska ongantíð lagt seg so nógv eftir at raka amerikonsk mál sum júst nú.

Tað er serliga vandin fyri, at yvirgangsmenninir kunnu nýta flogfør í sínum atsóknum, sum ørkymlar amerikonsku stjórnina. Men vandi er eisini fyri lívfrøðiligum, evnafrøðiligum og geiðslavirknum álopum.

Seinast amerikonsku myndugleikarnir herdu yvirgangstilbúgvingina var í mai, tá sjálvmporðsbumbumenn sprongdu fleiri bumbur í Saudiarabia og í Marokko. Tær kravdu nógv mannalív.