Stúra fyri trygdini hjá skúlabørnum á Tvøroyri

?Tað er blivið lívshættisligt hjá børnunum at ganga ímillum heim og skúla, sigur skúlastjórin á Tvøroyri

Ferðslutrygd

Tvøroyri: ? Skúlavegurin hjá børnunum er blivin lívshættilsigur.
Skúlastjórin á Tvøroyri stúrir illa fyri trygdini hjá børnunum, sum ganga í skúlan í Trongisvági.
Tað er síðani arbeiðið upp á nýggju samferðsluhavnina í Trongisvági byrjaði, at vandin fyri trygdini hjá skúlabørnunum hevur tikið seg upp.
Grótið til ferjuleguna verður tikið heilt inni í dalinum í Trongisvági, við tunnilsmunnan til Hvalbiar.
Arbeiðið at koyra grót til ferjuleguna førir sostatt við sær, at nógvir lastbilar koyra allan dagin, fullfermdir við gróti úr grótbrotinum til ferjuleguna.
Tveir skúlar eru á Tvøroyri, ein úti í býnum og ein inni í Trongisvági.
Og skúlin í Trongisvági liggur beint á strekkinum, at lastbilarnir koyra við gróti.
Ein part av strekkinum koyra lastbilarnir sostatt eftir skúlavegnum hjá nógvum børnum.
Hetta hevur fingið skúlastjóran á Tvøroyri at gera vart við seg.
Martin Eidesgaard hevur nú skrivað Tvøroyrar Kommunu bræv, har hann ger vart við viðurstkiftini og har hann sigur seg stúra fyri trygdini hjá skúlabørnunum.

Skúlavegurin lívshættisligur
Hann sigur rætt og slætt, at síðani arbeiðið upp á samferðsluhavnina byrjaði, er skjúlavegurin já børnunum blivin lívshættisligur.
Í brævinum til kommuna vísir skúlastjórin á, at lastbilarnir koyra oftani heldur skjótt.
Tað førir við sær, at steinar viðhvørt detta av lastini og niður á vegin og tað kann vera lívshættisligt hjá børnunum.
Skúlin hevur umhugsað at biðja børnini ganga ein annan veg í skúla, fyri at sleppa undan lastbilinum.
Ein gongutunnil er gjørdur undir høvuðsvegnum framvið skúlanum og skúlastjórin sigur, at hann hevur umhugsa at biðja børnini at brúka tann tunnilin.
Men ta ætlanina hevur hann slept, tí tað er eisini komið fyri, at steinar eru dotnir av lastbilinum soleiðis, at teir eru komnir atr liggja beint við tunnilsmunnarnar.
Tí fer skúlin ikki at mæla børnunum til at ganga tann vegin.
Skúlastjórin sigur, at tað áliggur kommununi og skúlanum at syrgja fyri, at skúlavegurin hjá børnunum er tryggur.
Og sum støðan er nú, metir hann beinleiðis, at skúlavegurin er lívshættisligur og tað ger hann nú kommununua varuga við.