Stúra fyri útlendskum kapitali í føroysku fiskvinnuni

? Javnaðarflokkurin stúrir fyri útlendskari innrás í føroysku fiskivinnuni á landi. Men tað merkir ikki, at tað ikki kann vera skilagott at privatisera Fiskavirking, sigur Jóannes Eidesgaard

Landsfundur

? Lata vit dyrnar upp fyri, at útlendskur kapitalur ótálmaður kann seta seg á okkara høvuðsvinnu, er tað eitt afturstig fyri okkum.
Á landsfundi í javnaðarflokkinum hetta vikuskiftið gjørdi Jóannes Eidesgaard, floksformaður gjørdi greitt, at Smyril Line hevði ógvuliga lítið við sjónarmiðið hjá flokkinum um at privatisera fiskavirking at gera, soleiðis sum Dan Petersen rør framundir í grein aðrastaðni í blaðnum
? Tað er ein ótrúliga lítil brikkur í hesum spæli, tí tey atlitini vit taka, eru av heilt øðrum, prinsipiellum slagi.
Formaðurin í javnaðarflokkinum er samdur við Atla Dam um, at fortreytin fyri einum føroyskum virðisbrævamarknaði er, at tær almennu fyritøkurnar verða lýstar til sølu.
?Annars er als onki grundarlag fyri virðisbrævamarknaðinum, legði hann afturat.
Jóannes Eidesgaard tvíhelt um sjónarmiðið, at fiskurin, sum svimur á grunnunum, er fólksins ogn.
Men hann dugdi ikki at síggja nakað rímiligt í, at vit skulu føra fiskin til lands, men at tað síðani skulu vera útlendskar fyritøkur, sum taka sær av at virðisøkja hann, tí tað kunnu einsvæl verða útlendingar, sum fara avstað við Fiskavirking, verður hon privatiserað.

Eitt afturstig
? Lata vit dyrnar upp fyri, at útlendskur kapitalur ótálmaður kann seta seg á okkara høvuðsvinnu, er tað eitt afturstig fyri okkum.
Jòannes Eidesgaard vísti á, at bæði hvat alivinnuni og skipaflotanum viðvíkur, hava vit sett sum mark, at útlendingar kunnu í mesta lagi eiga ein triðing.
?Hví skulu vit so lata útlendskan kapital fáa ótálmað rættindi á okkara høvuðsvinnu á landi, sum skal virðisøkja okkara fiskatilfeingi.
Hann helt, at serlia álvarligt er hetta, tá ið hugsað verður um, hvussu viðbrekin vit eru við tað, at vit eru so smá, at tað er fyri lítið at rokna hjá eini útlendskari fyritøku at keypa alla okkara fiskivinnu á landi.
Ein annar vansi við óumhugsaðari privatisering er, at virkini verða miðsavnað á einum staði.
? Og eg haldi, at tað er undrunarvert at halda, at politikarar í Føroyum ikki vilja hava eitt orð at siga í okkara høvuðsvinnu.
Formaður javnaðarfloksins segði, at hendi tað, at norðmenn keypa okkara fiskavirki á landi, fara teir uttan nakran iva at reka virkini í Føroyum so at tað tænir vinnuni í Noregi best.
? Tað merkir, at loysir tað seg at skrúva blussið fyri í Føroyum fyri at tæna teirra áhugamálum í Noregi, gera teir tað uttan iva.
Jóannes Eidesgaard legí dent á, at fyri tað um javnaðarflokkurin stúrir fyri útlendskum kapitali í flakavinnuni, er tað ikki tað sama sum at vera ímóti at Fiskavirking verður privatiserað.
? Men tað hevur als ongan skund at privatiserað Fiskavirking, tí vit hava tíðina fyri okkum.
? Men hvørjir eru so teir føroyingarnir, sum kunnu hugsast at keypa Fiskavirking, spurdi floksformaðurin.
?Tað eru júst teir somu, sum róku fiskavirkini, tá ið tey fóru á húsagang fyri 10-12 árum síðani.
Ogh ann helt, at orsøkin til at tjóðveldisflokkurin tók undir við privatiseringini, var ikki av hugsjónarligum slagi, men tí at flokkurin helt, at hetta kundi fíggja ein part av fullveldinum.
Annars róðu formaðurin í javnaðarflokkinum framundir, at kundi politikkurin verið bendur tann vegin, at inntækurnar av at selja ávísar, almennar ognir, blivu brúktar til at fíggja útbyggingar í samfelagnum við, átti javnaðarflokkurin ikki at verið so avvísandi.

Onki galið
Kristian Magnussen, løgtingsmaður, var als ikki samdur við teimum, sum hildu, at Fiskavirking skuldi privatiserast nú.
Hann helt, at tað kundi aldrin vera so, at tað í grundregluni er galið, at vit eiga eina fyritøku í felag.
? Føroya Fólk hevur ikki biðið um Fiskavirking. Men Føroya Fólk fekk rokningina fyri kreppuna í samfelagnum, bæði kreppuna í fiskivinnuni og kreppuna í fíggjarheiminum.
Hann helt, at í stórum hevði Fiskavirking megnað uppgávuna væl og hann var vísur í, at var tann risin, sum eitur Fiskavirking á privatum hondum, høvdu teir verið nógv meiri harðrendur ímóti fiskimanninum enn Fiskavirking nú er.
? So fyri mær kann Føroya Fólk eiga Fiskavirking í allar ævir - bara tað verður rikið ordiligt.
Bjarki Mohr, formaður í Suðurstreymoyar Javnaðarfelag, helt, at javnaðarflokkurin hevur ongantíð verið talsmaður fyri, at tað almenna skal eiga so stóran part av vinnulívinum, sum tað ger í Føroyum við Fiskavirking, Føroya Banka, Atlantsflog og øðrum.
?Tvørturímóti hevur javnaðarflokkurin sagt, at har tað privata ikki røkkur, skal tað almenna taka um endan.
Hann helt, at flokkurin eigur at gera sær greitt, og at gera fólki greitt, hvat hann heldur, eigur at vera á privatum hondum og, hvat eigur at vera á almennum hondum.
Kortini var hann samdur um, at privatiseringarnar høvdu ongan skund.
?Tær skulu vera ómetaliga væl umhugsaðar, tí tær skulu koma samfelagnum til góðar.
Hinvegin helt hann ikki, at javnaðarflokkurin eigur at ræðast privatiseringar.
? Men tað, sum samgongan ger í løtuni, er at gera ein virðisbrævamarknað, sum ikki er annað enn ein internet portalur í Íslandi.
?Tann, sum heldur, at ein virðisbrævamarknaður er ein fortreyt fyri privatiseringum, mistekur seg, tí fyri at keypa og selja eina ogn, krevst bara ein seljari og ein keypari, sum eru samdir. Tað er púra óneyðugt við einum virðisbrævamarknaði.
Hann vísti eisini á, at ein virðisbrævamarknaður hevur avgjørt sínar vansar, tí Pan Fish er eitt talandi dømi um, hvussu stórt fallið kann vera, tá ið tað skrædnar og virðið fer í botn eftir einari nátt.
?Virðið, sum ein fyritøka hevur á einum virðisbrævamarknaði er nevniliga ikki veruligt, tí tað er bara ásett á eitt pappír, har fortreytirnar eru heilt øðrvísi.
Eisini Henrik Old, Løgtingsmaður, helt, at flokkurin eigur at skilja ímillum, hvat eigur at vera privat og hvat eigur at verða alment.
Eitt nú spurdi hann um tíðin kanska er farin frá Húsalánsgrunninum, sum ikki hevur so nógv lán eftir.