Stúra fyri støðuni hjá teimum eldru

Landsstýriskvinnan í almannamálum, skal nú greiða frá, um hon heldur at støðan er nøktandi

Sum støðan er nú, elvir tað til stúran fyri støðuni hjá teimum eldru. Tað heldur Heðin Mortensen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin. Og tí vil hann nú hava eina frágreiðing frá Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum.

Løgtingsmaðurin vísir á, at vit hoyra javnan um, hvussu stórt trot er á starvsfólkum at arbeiða í eldraøkinum og tí vil hann hava landsstýriskvinnuna at greiða frá um hann heldur, at starvsfólkatalið er nøktandi.

Hann vísir eisini á, at tá ið kommunurnar yvirtóku eldraøkið í 2015, varð tað eisini samtykt, at støðan skuldi endurmetast tá ið fimm ár eru farin.

Men longu um fýra mánaðir eru tey fimm árini farin og enn hevur eingin eftirmeting verið og Heðin Mortensen vil tískil eisini hava at vita, nær hon verður.

Hann sigur, at í hesum sambandi verður neyðugt at fáa greiði á, um endurgjaldið frá Landinum til kommunurnar fyri eldraøkið, er nøktandi og um markið fyri, hvat uppgávurnar hjá Almannaverkinum, og uppgávurnar hjá kommununum, er nóg greitt.

Heðin Mortensen sigur, at tað er eisini neyðugt at fáa greiði á, um samstarvið ímillum kommunurnar virkar eftur ætlan so at tey eldru fáa eina nøktandi tænastu um alt landið. Og tað verður eisini neyðug at fáa greiði á, um starvsfólkaviðurskiftini eru nøktandi.