Amerikanarar bera nú ótta fyri, at fylgisveinurin, sum Norðurkorea hevur sent í ringrás um jørðina, skal stoyta saman við annan fylgisvein og detta niður onkunstaðni. Tað skrivar bretska blaðið Daily Mail.
Sagt verður, at amerikanskir rúmdarserfrøðingar, sum hava kannað ringrásina hjá tí norðurkoreanska fylgisveininum, taka málið í stórum álvara, tí tað kann kosta mannalív, um fylgisveinurin dettur niður.
Fyri trimum árum síðani stoyttu ein russiskur fylgisveinur og ein amerikanskur Orbiter-fylgisveinur saman uppi yvir Kyrrahavinum, og eitt stykki, ið var líka stórt sum ein bussur, datt niður í Atlantshavið.
Sum skilst royna bæði Russland og Kina at fáa greiði á, hvat tað er, sum norðurkoreanar hava sent út í rúmdina. Ónevndir amerikanskir embætismenn siga við NBC News, at talan er um eitt ella annað rúmdarfar, men at teir duga ikki at síggja, hvat tað skal gera úti í rúmdini.