- Vit eru betonkiligir um ætlanina at spjaða sjóvunnuútbúgvingarnar sundur.
Eyðstein Djurhuus, formaður í Skipara- og Navigatørfelagnum er ikki serliga fegin um ætlanin at flyta ein part av Vinnuháskúlanum til Klaksvíkar.
Ella, fyri at tað skal vera heilt rætt, er hann ikki ímóti at útbúgvingin verður í Klaksvík, men hann er ímóti at hon verður liðað sundir.
- Vit taka ikki støðu til, hvar í landinum, skúlarnir skulu vera. Tað einasta vit hava áhuga í, er, at fakliga støðið er nóg høgt.
- Tí skulu allar sjóvinnuútbúvingar vera á einum og sama staði, tí annars kemur tað fakliga støðið í vanda, leggur hann afturat.
Knípur við pengum
Orsøkin til, at hann stúrir fyri gongdini, verður útbúgvingin liðað sundur, er, at hann er ikki serliga bjartskygdur um, at politiski myndurgleikin fer at játta nóg mikið av pengum til at varðveita báðar skúlarnar á einum nóg høgum støði.
Og hann staðfestir, at longu sum er knípur tað við at halda tað fakliga støðið á tí skúlanum, vit hava í Havn.
Hann sigur, at orsøkin til tað er, at hetta eru skúlar, sum krevja rættiliga nógva og dýra útgerð.
- Men tað knípur at fáa játtan til hesa útgerð, sum krevst fyri at varðveita fakliga støðið á skúlanum í Havn.
- Tá ið tað longu nú gongst illa at halda ein skúla dagførdan við útgerð, vænta vit ikki, at hetta verður lættari við tveimum sjóvinnudeplum í landinum, sigur hann.
Verða útbúgvingarnar spjaddar sundur, fer tað at seta nógv størri krøv til politiska myndugleikan og hann er ikki vísur í, at politiski myndugleikin verður førur fyri at lúka hesi krøvini.
Hann vísur eisini á, at arbeiðsbólkurin, sum Mentamálaráðið setti at viðgera spurningin, mælti frá at spjaða útbúgvingarnar sundur.
Men politiski myndugleikin hevur so gjørt tað kortini og hann hevur illgrunan av, at hetta er meiri ein politisk semja, heldur enn tað er ein avgerð, sum byggir á eina fakliga meting.










