Oljudálking
Árni Joensen:
Sponsku myndugleikarnir váttaðu í gjár, at olja rennur framvegis úr tangunum á tí sokna skipinum "Prestige". Spaniumenn hava annars tvíhildið um, at skipið lak ikki, men í gjár váttaði Mariano Rajoy, varaforsætisráðharri, at olja rennur úr skipinum.
Myndir, sum franski kavbáturin "Nautile" hevur tikið av skipinum, vísa, at olja rennur úr einum tanga í tí fremra partinum av skipinum, men sambært Mariano Rajoy er talan um fleiri lekar.
Portugisisku myndugleikarnir hava fleiri ferðir sagt, at olja er runnin úr "Prestige", síðani tað brotnaði av um tvøran og sakk tann 19. november, og nú spaniumenn hava váttað illgrunan, eru portugisar av álvara farnir at stúra. Fram við strondini har norðuri í Portugal eru nógvar smáar fiskivinnubygdir, og fiskimenninir bera nú ótta fyri, at teirra lívsgrundarlag fer fyri bakka.
Portugisiski umhvørvismálaráðharrin, Isaltino Morais, var fyrradagin við einum flogfari á leiðini, har "Prestige" sakk. Aftan á flogferðina segði hann, at nakað av olju var at síggja, og at sumt var longu komið inn ímóti landi.
Hildið verður, at millum 10.000 og 20.000 tons eru runnin úr tangunum á "Prestige", sum hevði 77.000 tons í lastini, tá tað sakk 115 fjórðingar úr sponsku útnyrðingsstrondini. Higartil hevur ættin forðað fyri, at oljan er rikin ímóti portugisisku strondini, men nú tað er staðfest, at meiri olja rennur úr skipinum, stúra portugisar fyri, hvat kann henda.