Stúra fyri morðroynd

Løgreglan í Kolombia ber ótta fyri, at onkur fer at royna at beina fyri landsins forseta, Alvaro Uribe, áðrenn hann skal takast í eið tann 7. august.

Tað seinasta samdøgrið hevur løgreglan funnið 200 kilo av spreingievni tætt uttan fyri høvuðsstaðin Bogota, og tveir mans eru handtiknir. Gusto Matamoros, talsmaður hjá herinum, sigur við AP, at fólk, sum hava so nógv spreingievni, kunnu ikki hava aðrar ætlanir enn at brúka tað til yvirgang. Løgreglan hevur leingi havt illgruna um, at ein uppreistrarfelagsskapur hevur lagt ætlanir um at myrða Alvaro Uribe, men tað er ikki greitt, um teir báðir tiknu menninir eru limir í felagsskapinum.

Alvaro Uribe varð afturvaldur á forsetavalinum herfyri, og myndugleikarnir hava sett sær fyri at forða fyri, at tað, sum hendi, tá hann varð valdur fyrru ferð í 2002, skal endurtaka seg nú. Tá royndi tann vinstrasinnaði FARC-uppreistrarherurin at søkja at forsetaborgini, og 21 fólk lótu lív.