Amerikanska stjórnin stúrir fyri, at sýriski stjórnarherurin fyrireikar tað, sum kann enda sum eitt hópdráp í býnum Aleppo. Harðir bardagar hava verið um býin í fleiri dagar, og serfrøðingar siga, at endin á hesum bardaganum kann fáa avgerandi týdning fyri gongdina í stríðnum.
Ein talsmaður fyri uttanríkisráðið í Washington sigur, at avgerðin hjá stjórnarherinum at senda meiri herfólk og stríðsvognar til býin og at brúka tyrlur og flogfør í álopum á mál í býnum økir vandan fyri einum hópdrápi har. Talsmaðurin leggur afturat, at avgerðin hjá stjórnarherinum bendir á, at hann er um at missa takið.
Talsfólk fyri uppreistrarmenninar siga, at teir uppreistrarmenninir, sum eru í Aleppo, fyrireika seg til eitt stórálop frá stjórnarherinum og royna at savna tey skotvápn, sum teir kunnu fáa fatur í. Sambært tíðindastovunum eru nógv fólk flýdd úr býnum teir seinastu dagarnar.