Manningarlóg
Nú landsstýrið hevur lagt fyri løgtingið uppskot um broytingar í manningarlógini, sum herfyri fekk fyrstu viðgerð á tingi, stúrir Maskinmeistarafelagið fyri, at hetta uppskot - um tað verður samtykt á løgtingi - sum tíðin líður fer at avtaka maskinistútbúgvingina.
- Vit stúra í løtuni fyri, at útbúgvingin til skip við einari motorstyrki upp til 2999 KW samsvarandi STCW verður avtikin. Men hetta má ikki henda, leggur felagið dent á.
Maskinmeistarafelagið heldur ikki, at menn við dugnaskaparbrævi eiga at fáa rættindi til at mynstra við fiskiskipum, sum hava motorar upp til 1499 KW.
- Maskinmaðurin er minst líka so týdningarmikil umborð á einum fiskiskipi, sum hann er umborð á einum farmaskipi. Hetta er eitt mál, sum fyri okkum snýr seg um neyðugar førleikar og - ikki minst - trygd á sjónum, sigur Maskinmeistarafelagið, nú vinnunevnd løgtingsins væntandi fer at viðgera málið um broytingar í manningarlógini á fundi í dag.
Felagið heldur, at ætlaða slakingin í krøvunum til maskinmenn samsvarar illa við málið hjá landsins kosnu kvinnum og monnum um, at útbúgvingarstøðið í Føroyum skal betrast.
- Vit vóna tí, at vit sum felag, ið umboðar henda bólk av fakkunnleika, verða hoyrd í hesum máli, áðrenn nøkur broyting verður samtykt, ið ávirkar okkara øki, sigur Maskinmeistarafelagið, sum er hart ímóti nevndu broytingum, ið landsstýrið skjýtir upp.