Somaliskir sjórænarar hava í løtuni ræðið á 15 skipum og meiri enn 300 fremmandum sjómonnum, og hetta hevur givið yvirgangsbólkum aðrastaðni í Afrika hug at royna seg sum sjórænarar.
Tað sigur Taye-Brook Zerihoun, varaaðalskrivari í ST, í sambandi við, at ST-trygdarráðið hevur biðið lond í Afrika taka neyðug stig til tess at forða fyri, at sjórænarar skulu fara at gera um seg í teirra sjóøki.
ST-varaaðalskrivarin sigur, at trygdarráðið og stjórnirnar í fleiri londum stúra fyri, at tann illa gitni yvirgangsfelagsskapurin Shebab í Somalia fer at samstarva við teir somalisku sjórænararnar. Aðalskrivarin sigur, at átøkini ímóti teimum somalisku sjórænarunum hava gjørt, at teir nú eru farnir longri suður, har teir víðgongdu islamistarnir hava ræðið, og at tað økir vandan fyri sjóránum munandi.