Stúra fyri ferðsluproppi úr Havnini langt niður í Eysturoyartunnilin

Nýggi vegurin, sum skal svølgja allari ferðsluni, verður ikki liðugur fyrrenn langt eftir at Eysturoyartunnilin er liðugur

Tað váttar Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum fyri Løgtinginum í dag. Løgtingið hevur fíggjarpolitikkin hesi næstu árini til umrøðu og í hesum sambandi verður eisini umrøtt, hvørjar íløgur skulu gerast hesi næstu árini.

 

Eysturoyartunnilin verður klárur at taka í brúk í 2020 og í tí sambandi hevur stórur dentur verið lagdur á, at tá má samstundis ein nýggjur vegur til og úr Havnini verða liðugur, tí verandi vegir fara verri enn so at klára alla ferðsluna, sum tá verður til og úr Havnini.

 

Og verður vegurin ikki liðugur, er vandi fyri at vit fara at fáa eina endaleysa bíðirøð av bilum heilt úr Havnini og langt niður Eysturoyartunnilin. Og í Løgtinginum heldur Helena Dam á Neystabø, at tað er lítið skil í at gera ein Eysturoyartunnil, sum er størsta íløga í Føroya søgu, við einum so trongum fløskuhálsi, sum fer at forða fyri ferðsluni.

 

Men Kristin Háfoss staðfestur, at eftir útbyggingarætlanini hjá samgonguni hesi næstu árini, verður nýggi vegurin ikki liðugur í 2020, tá ið Eysturoyartunnilin er liðugur.

 

Næstan ongin peningur er higartil settur av til at gera arbeiðið fyri. Í ár eru bara 6,5 milliónir settar av til endamálið, men hesi næstu fimm árini er ætlanin at seta pening av, so at vegurin kann verða liðugur. Tilsamans skulu 108 milliónir afturat setast av til endamálið hesi næstu árini.

 

Men tað verður ikki tey fyrstu árini í 2019 og 2020, at nakað stórvegis verður settur av til vegin, tí tað eru tey næstu trý árini, at tær stóru upphæffirnar verða settar av, leggur hon afturat. Sostatt er greitt, at sum tað nú liggur í kortunum, verður nýggi vegurin ikki liðugur fyrrenn í 2023, ella trý ár eftir at Eysturoyartunnilin er liðugur.

 

Hinvegin staðfestir Helena Dam á Neystabø, at Løgtingið kann ikki fara í summarfrí fyrrenn ein loysn er funnin upp á, hvussu hesin vegurin skal fíggjast, tí tað má greiða fáast á. Løgtingið ætlar sær í summarfrí um tríggjar vikur.