Sum støðan er nú, fer føroyskur ítróttur at missa 11 prosent í stuðuli næsta ár tí at veddingarpengarnir, sum koma úr Danmark, verða avmarkaðir. Og ÍSF sigur í eini fráboðan í morgun, at tað hevur elvt til ótryggleika tí tað fer at fáa avleiðungar.
Í hesum sambandi hava feløgini í ÍSF boðað frá, at hækkar stuðulin frá Løgtinginum ikki minst 1,5 milliónir næsta ár, verður tað neyðugt at skerja virksemið, og tað fer eisini at raka ungdómsarbeiðið, og tey, sum íðka ítrótt til stuttleika. Summi av feløgunum siga nevniliga, at tað er ringt at avmarka úrvalsítróttin og tað mugu so hini bløða. Fyri.
Feløgini stúra eisini fyri, at næsta ár verður serstakliga tungt tí ein avleiðing av korona-kreppuni kann verða, at tað verður verri at fáa pening frá privatum stuðlum. Tískil kann hugsast, at stuðulin til tær einstøku ítróttagreinarnar minkar meira enn tað, sum higartil liggur í kortunum.
ÍSF sigur, at tey eru í tøttum samskifti við sambondini um støðuna. ÍSF hevur eisini heitt á politisku skipanina um at fáa fund í lag, at viðgera fíggjarligu trupulleikarnar hjá føroyskum ítrótti.