Tað sær út til, at eitt rættiligt rák hevur tikið seg upp har børn og ung spæla við eld. Løgreglan sigur, at í seinastuni er tað hent fleiri ferðir, at fólk hava ringt at boða frá, at roykur stendur úr skrellispannir og bingjum, og tá ið tey koma á staðið, brenna smá bál, ella at tað liggur og gløðir.
Løgreglan sigur, at hesa seinastu tíðina er tað nógv oftari enn vanligt, at tey fáa slík boð ymsastaðni frá, men fyribils hevur eingin skaði staðist av tí. Og tá ið slík boð koma, fer løgreglan nú á staðið fyri at vita um nakað ávíst mynstur er at hóma.