Stúra fyri at smærri skúlar verða niðurlagaðir

Tað eru bæði fyrimunir og vansar við ætlanini hjá Mentamálaráðnum at leggja smærri skúlar saman við størri skúlum. Tað heldur felagið Heim og Skúli, sum nú hevur sagt sína hugsan um málið.

 

Ein fyrimunur er, at liggur ein lítil skúli undir einum størri skúla, kann úrvalið av lærarum og lærugreinum verða størri á tí lítla skúlanum.

 

Hinvegin stendur tað, at endamálið er at tann lítli skúlin skal halda fram sum undirvísingarstað. Men tað er ein vansi, at tað er ikki útgreinað, hvat tað merkir og sostatt gevur tað onga trygd, tí tað kann merkja, at undirvísingin á tí lítla skúlanum verður avmarkað, til bara at fevna um fyrsta til triðja flokk, ella okkurt líknandi, halda tey í felagnum Heim og Skúli.

 

Eisini Tórshavnar kommuna arbeiðir við eini ætlan um at avtaka teir smáu bygdarskúlarnar sum sjálvstøðugar skúlar og hugsanin hjá felagnum Heim og Skúli um hesa ætlanina, er tann sama sum hon er um ætlanina hjá Mentamálaráðnum um at gera hetta um alt landið.

 

Les eisini: Skúlar í Tórshavnar Kommunu skulu leggjast saman

 

 

Tey halda, at skulu foreldur trygt góðtaka slíkar samanlegging, má tað standa púra greitt, at skúlagongdin á tí lítla skúlanum heldur fram óbroytt, og at broytingar kunnu einans fremjast, tá ið greiður meiriluti er fyri hesum hjá foreldrini at børnunum í tí lítla skúlanum.