Í hesum døgum verður føroysk list sýnd fram í týska býnum, Flensborg. Framsýningin er í tveimum listasøvnum - Museumsberg Flensburg og Flensburger Schifffahrtsmuseum. Temaið er havið, og framsýningin fevnir um list hjá eitt nú Tróndi Patursson, Jónu Rasmussen, Astri Luihn, Annie Heinesen, Anniku á Lofti og Brandi Patursson.
Umframt list hjá aktivum føroyskum listafólkum hava tey lánt ein virðismiklan málning hjá Sámali Joensen-Mikines, sála, sum nú hongur í Flensburger Schifffahrtsmuseum. Málningurin hjá Mikines hevur sum vanligt fingið nógv uppmerksemi, og hann bleiv eisini umrøddur í dagligu mentanarsendingini á donsku útvarpsstøðini P1.
Har fekk verturin orðið á mentanarredaktørin frá einari avís í Flensborg, Hans Christian Davidsen, sum lýsti hendan málningin, har motivið er grindadráp.
Blóðreyði málningurin, sum er frá 1960, er tað fyrsta, sum vitjandi á týska listasavninum síggja, tá tey trína inn til framsýningina. Men málningurin var ikki lættur at fáa til Flensborg, og hetta fortelur Hans Christian Davidsen um í innslagnum, sum er at hoyra niðan fyri.
<iframe width="100%" height="300" scrolling="no" frameborder="no" allow="autoplay" src="https://w.soundcloud.com/player/?url=https%3A//api.soundcloud.com/tracks/655756247&color=%23ff5500&auto_play=false&hide_related=false&show_comments=true&show_user=true&show_reposts=false&show_teaser=true&visual=true"></iframe>
Á listasavninum eru tey vælvitandi um, at málningurin kann elva til ørkymlan og provokatión hjá týskarum.
- Leiðarin á listasavninum fortaldi mær, at tey máttu kempa fyri at kunna lána hendan málningin frá Listasavni Føroya. Grindadráp er eitt so viðkvæmt evni í Týsklandi, og tí stúrdi mann fyri, um málningurin fór at vera í eyka stórum vanda viðvíkjandi aktivismu, sigur Hans Christian-Davidsen við P1.
Verturin og Hans Christian Davidsen tosa víðari um grindadráp og føroyska list, og til ber sum sagt at hoyra innslagið her í greinini.