Stúra fyri at Býráðið tekur hølið frá teimum

Øll tey, sum brúka Tilhaldið í Havn, fingu ein rættiligan skelk, tá ið tey frættu, at Býráðið viðgjørdi eina umsókn um at gera matstovu í kjallaranum

 

Eldrarøkt


Øll tey gomlu, sum brúka Tilhaldið í Havn, fingu ein rættiligan skelk herfyri, tá í tað frættist, at ein maður hevði søkt Býráðið um loyvi til at gera matstovu í kjallaranum í Tilhaldinum

Hetta hevur loypt rættiligan ótta á tey, sum brúka Tilhaldið, tí kjallarin er sjálvt hjartað í Tilhaldinum, har tey hava goymslur, frystiboks, grovkøk, men eisini rúm til ymiskt handalig ítriv og samkomur og framsýningar, tá ið kvøldsetur eru, ella aðrir gestir eru.

?Missa vit kjallaran, er onki eftir, tí Tilhaldið kann ikki virka við ongum kjallara , sigur Vanja Petersen, sum er dagligur leiðari í Tilhaldinum.

Annars skilir hon, at boð eru eftir kjallaranum, tí hann man vera hugnaligasti kjallari í landinum.

Eisini Hanna Lisberg, sum er skrivari í nevndini fyri Tilhaldið, hevur verið rættiliga uppreitt av tíðindunum um, at Matstova skuldi gerast í Tilhaldinum.

Hon sigur, at tað hevði ikki verið uttan stríð, at tey lótu kjallaran fara, tí í oktober í 2000 samtykti Býráðið einmælt, at Tilhaldið skuldi fáa brúksrætt til øll húsini, so hvørt sum tey, sum vóru har frammanundan, funnu onnur høli.

Síðani hava tey fingið kjallaran til taks og tá ið Kvøldskúlin fær høli í býnum, fáa tey eisini loftið.

? Býráðssamtyktin frá 2000 er galdandi til ein onnur er gjørd og eg vildi fegin sæð tann býráðspolitikara, sum fór at broyta tað býráðssamtyktina, so at tey eldru mistu Tilhaldið til frama fyri eina matstovu, sigur Hanna Lisberg.

Tilhaldið hevur ovurstóran sosialan týdning í Havnini. Har koma eini 40-60 fólk um dagin, og javnan verður skipað fyri ymsum tiltøkum. Alt árið í fjør brúktu 11.220 fólk Tilhaldið. Tað eru mest pensjónistar, sum brúka Tilhaldið, men yngri støkka eisini inn á gólvið við hvørt, ikki minst tá ið tiltøk eru.

Tey, sum brúka Tilhaldið, hava tí sagt Býráðnum kortanei til, at kjallarin verður tikin til matstovu