Málið um at leggja 10. flokkarnar í Tórshavnar Kommunu saman, má ikki verða jólatrøll.
Tað vóru býráðslimirnir í Havn samdir um á býráðsfundinum í gjárkvøldið.
Men hinvegin er tað ivingarsamt um teir eru samdir um so nógv annað í hesum máli.
Tórshavnar Býráð hevur nú í næstan fýra ár arbeitt við eini ætlan um at broyta 10 flokk í kommuni fyri at gera hann meiri lokkandi.
Í hesum sambandi var ein spurningur um hann skuldi skipast í eina eind, ella í fleiri eindir.
Ein depil
Fyri at útgreina spurningin, varð ein arbeiðsbólkur settur at viðgera málið.
Ein stórur meirilutin í arbeiðsbólkinum heldur, at allir 10. flokkar í
Kommunini skulu savnast í ein depil, sum skal geva teimum, ið taka av tilboðnum, eitt spennandi og fjølbroytt skúlaár, har tey koma at hitta nýggjar floksfelagar og lærarar og leggja lunnar undir framtíðarlesnað og framtíðaryrki.
Men bólkurin legði dent á, at depilin skal ikki verða partur av einum øðrum skúla, men skal verða ein sjálvstøðugur skúli við egnari leiðslu og lærarum.
Tí verður neyðugt at seta skúlaleiðara og ein varaskúlaleiðara, skrivstovufólk og 10-12 lærarar, sum burturav undirvísa í 10. flokki.
Men ein minniluti, sum var ein lærari í Kommunuskúlanum, heldur, at 10. flokkarnir skulu skipast í tveir deplar, ein í Kommunuskúlanum og ein í Eysturskúlanum. Næmingarnir, ið ganga í Argja skúla og í Venjingarskúlanum, skulu so sjálvir gera av, hvønn depil teir velja.
Minnilurtin heldur, at tað er týdningarmikið, at næmingarnir ikki verða miðsavnaðir í eina eftir føroyskum viðurskiftum ov stóra eind, tí tá er vandi fyri, at menningin og fjølbroytnið í skipanini ikki verða tryggjað nóg væl.
Eftir ætlan skuldi 10. flokkur umskipast frá skúlaárinum 2008/2009.
Annars fekk tilmælið frá meirilutanum um ein felags 10. flokk, góða undirtøku í umsitingini hjá býráðnum og 10 av teimum 11 skúlastýrunum í kommununi eru eisii samd um, at hetta er rætta leiðin.
Tað endaði við, at í mars í fjør samtykti býráðið einmælt at 10. flokkur skuldi skipast sum ein felags eind frá skúlaárinum 2010/2011.
Jólatrøll
Tað er ongin loyna, at í Kommunuskúlanum hava tey verið hart ímóti at skipa allan 10. flokk í ein depil, tí tey halda, at hann skal skipast í tvær eindir, har annar skal vera í Kommunuskúlanum.
Og nú hevur so Anfinn Brekkstein biðið um at fáa málið fyri aftur býráðið av nýggjum, tí hann sigur, at næstan helvtin av býráðslimunum eru nýggir í býráðnum síðani samtyktin varð gjørd og hann heldur, at tað er ikki vist, at meiriluti framvegis er í býráðnum fyri at skipa allan 10. flokk í ein depil.
Málið varð fyri aftur í býráðnum í gjárkvøldið og har var semja um at beina málið í fíggjarnevndina hjá býráðnum til víðari viðgerð.
Men tað varð gjørt greitt, at fíggjarnevndin mátti arbeiða skjótt og leggja málið fyri býráðið aftur á næsta fundi, sum verður 17. desember, tí á nýggjárinum fellur tað burtur og so skal øll viðgerðin verða av nýggjum.
Orsøkin til, at tað nú skal aftur í nevnd er, at mentamálaráðið hevur boðað frá, at tað verður ikki góðkent, at allur 10. flokkur í kommununi verður lagdur í ein sjálvstøðugan depil við egnari leiðslu og egnum lærarum, soleiðis sum fortreytin fyri býráðssamtyktini var.
- Sostatt er fortreytin fyri býráðssamyktini burturdottin og tí má málið viðgerðast av nýggjum í nevnd, segði Jan Christiansen, býráðslimur.
Heðin Mortensen segði, at málið skuldi í fíggjarnevndina, tí verður tað ikki góðtikið at skipa allan 10. flokk í ein, fer tað at hava fíggjarligar avleiðingar fyri næsta fíggjarár og tað má fíggjarnevndin viðgera.
Og so varð, men borgarstjórin lovaði, at málið skuldi ikki verða jólatrøll, men skuldi fyri aftur býráðið 17. desember.
Les eisini greinina: Skúlarnir í Havn skulu
kappast um næmingarnar