Síðani Norðlýsið fór at sigla út í Stóru Dímun hevur hetta vakt áhugan hjá serstakliga føroyingum at ferðast í egnum landi. Í morgin áðrenn verður aftur farið út í oynna Portalurin hevur spurt Birgir Enni, hví fólk vilja uppliva hesa oynna. -Norðlýsið hevur seinnu árini gjørt útferðir til Stóru Dímun. Í apríl, mai, juni umframt í august og september verður Norðlýsið nógv útleigað til firmaútferðir og aðrar leigutúrar. Tað at vit eru farnir undir hetta er ein samanrenning av, at skipið í juli mánað er minni leigað til firma- og bólkaferðir og er tí meira tókt. Samstundis er Stóra Dímun eitt sera forkunnugt ferðamál bæði fyri føroyingar og fremmand ferðafólk.
Hvat er so serligt við Stóru Dímun?
Stóra Dímun er stórbær. Hvar á klótuni finnur tú eina so fjarskotna oyggj sum fólk býr á mest sum alt árið? Dímunar fólkini vísa ein heilt serligan lívsstíl, sum ikki er at finna nógva staðni í heiminum. Vit sum búgva í Havn og tey sum koma úr Keypmannahavn ella London, standa púra spyrjandi og bergtikin av hesum lívsstílinum.
Eitt annað sum eg veit nógvir føroyingar royna er at kunna reypa av at hava verið á øllum búsettum oyggjum. Ikki so onkutíð gera vit ein skjótan túr yvir á Lítlu Dímun, soleiðis at ferðafólkini fáa tað við eisini. Tað er ein góð blanding av fólki. Tó haldi eg at tað í ár hava verið mest yngri fólk. Onkran túrin hava bert verið føroyingar á men nú eru fleiri útlendingar við. Útlendingarnir hava ikki somu umstøður at kunna seg um møguleikan at koma við, tí støða verður tikin 2 dagar frammanundan, tá vit kenna okkum trygg við veðurforsøgnina. Norðlýsið fer aftur út i Stóru Dímun leygarmorgunin.










