Stóra bót fyri russarafisk

Norska ákæruvaldið vil vera við, at fyritøkan West Fish hevur snýtt tollvaldið fyri 5,3 milliónir krónur og vil tí hava felagið at rinda peningin umframt tvær milliónir krónur í bót.

Málið snýr seg um russarafisk. Ákæruvaldið vil vera við, at West Fish keypti liðugt virkaðar fiskavørur frá russiskum trolarum og seldi tær til ES sum norskan fisk. Á tann hátt slapp felagið bíliga í tolli, tí tollurin á russiskum fiski er nógv hægri enn á norskum fiski.

West Fish góðtekur ikki, at felagið skal gjalda tvær milliónir krónur í bót, skrivar Aftenposten, og tí endar málið ivaleyst í rættinum. Umframt sjálva bótina hevur ákæruvaldið eisini stevnt tveimum av stjórunum í West Fish.