Soleiðis sum gongdin higartil hevur verið í næstbestu deildini, so bendir alt á, at tað í mesta lagi verður eitt lið, sum flytur upp í bestu deildina og harvið, at tað í mesta lagi verður eitt lið, sum flytur niður úr bestu deildini.
Í bestu deildini er ÍF aftast við fýra stigum, og TB er á sjeynda plássi við níggju stigum.
Seinnapartin bresta hesi bæði liðini saman við Stórá í Trongisvági. Úrslitið í hesi uppgerðini kann fara at vísa seg at hava heilt stóran týdning fyri, hvør fer at flyta niður.
Tá ið ÍF sunnudagin 31. mars og í triðja umfari hevði vitjan av TB, var úrslitið 2-2. Tá javnaði TB í næstsíðsta minutti við brotssparki, sum Stefan Radosavljevic umsetti til mál.
Stefan Radosavljevic var leikbannaður síðsta sunnudag, tá ið TB misti sigurin á stokkinum á Argjum, har heimaliðið í síðstu løtu javnaði til 2-2. Stefan er við aftur ídag.
Í dag er Michael Jeggo leikbannaður og Aron Sørensen og Poul Ingason eru skaddir. Andrias Sørensen er burturstaddur.
Tríggir av klaksvíkingunum í ÍF eru ikki tøkir. Teir eru Henry Heinesen, Poul Nolsøe Mikkelsen og Gunnar Christiansen.
Tað er ivasamt, um tríggir av lyklaspælarunum hjá ÍF eru førir fyri at spæla, tí teir eru skaðadarvaðir. Teir eru Høgni Madsen, Karl Løkin og Frank Poulsen.