Skipað verður fyri stórari almennari veitslu í Norðurlandahúsinum í kvøld klokkan 17:30 at heiðra Sveini Gaard Olsen, sum í gjárkvøldið vann seg í X Factor finaluna hjá Danmarks Radio, sum verður í Boxen í Herning fríggjakvøldið klokkan 19.
Vit vóna, at tit øll koma at stuðla Sveini og hoyra hann framføra nakrar av sangunum, hann hevur upptraðkað við í ársins X Factor, siga fyrireikararnir.
Sveinur Gaard Olsen er ávegis til Føroya við flogfari nú, og hann veit einki um hesa veitsluna, sum X Factor skipar fyri. Upptøkur frá hesi surprise-veitsluni skulu nýtast til finaluna fríggjakvøldið.
Fyrireikararnir heita á fólk um at gera skelti og bannarar og annað at hava við í Norðurlandahúsið í kvøld.
Eisini eru tit vælkomin at pynta Norðurlandahúsið, so tað verður ein rimmar veitsla.