Hósmorgunin 8. februar kl. 10 verður almenn móttøku á Fróðskaparsetrinum, J.C. Svabos gøtu 14,
í sambandi við, at gáva verður latin úr grunni Thorvalds Poulsen av Steinum.
Aftur í ár fær eitt ungt føroyskt listafólk 60.000 kr í gávu úr grunni Thorvalds Poulsen av Steinum. Gávan verður latin listafólki, sum nevndin metir skarar framúr og tí kann koma langt á síni listarligu leið.
Listafólkið, sum fær gávuna, verður persónliga til staðar til móttøkuna, so tit kunnu fáa myndir og práta við viðkomandi aftaná.
Endamálið við grunninum er at stuðla og eggja ungum fólki at fáa sær listarliga útbúgving. Thorvald Poulsen av Steinum, ið stovnaði grunnin, var gartnari í Havn og hevði stóran áhuga fyri bókmentum og list. Tað ber ikki til at søkja pengar úr grunninum. Nevndin í grunninum finnur sjálv fram til ung listafólk, sum tey meta hava serligt hegni. Nevndarlimirnir í grunninum eru formaður Jóan Pauli Joensen, rektari á Fróðskaparsetrinum, Oddfríður M. Rasmussen, formaður í LISA og Magnus Tausen, formaður í Føroya Lærarafelag.
Hetta er 8 árið á rað, at gávugóðs verður latið úr grunninum, gávugóðsið var fyrstu ferð latið í 2001, og síðan hava 11 ung listafólk fingið gávu úr grunninum, tey eru hesi:
2001 Rannuvá Kunoy, listakvinna 60.000 kr
2002 Andrass Olsen, trombonspælari 60.000 kr
Teitur Árnason, filmsleikstjóri 25.000 kr
Petur Elias Askam Guttesen, rithøvundur 25.000 kr
2003 Tróndur Bogason, tónleikari og tónaskald 60.000 kr
2004 Marjun Kjelnæs, rithøvundur 25.000 kr
Jógvan Sverrason Biskupstø, sniðgevi og teknari 25.000 kr
Eivør Pálsdóttir, songkvinna 25.000 kr
2005 Bárður Oskarsson, teknari og rithøvundur 60.000 kr
2006 Jóhanna Reginsdóttir av Steinum, sniðgevi 60.000 kr
2007 Sámal Blak 60.000 kr










