Stór veðurlagsráðstevna í Keypmannahavn

Keypmanahavn er í hesum døgum vertur fyri teirri stóru altjóða veðurlagsráðstevnuni Global Green Growth Forum. Millum røðararnar í dag var ST-aðalskrivarin, Ban Ki-moon. Í røðuni segði hann, at í 2030 skulu øll hava atgongd til elorku, og tann parturin av orkuframleiðsluni, sum kemur frá varandi orkukeldum, skal vera tvær ferðir so stórur tá sum nú.

Eygleiðarar siga, at orðini hjá aðalskrivaranum skulu tulkast sum hansara mál fyri veðurlagsráðstevnuna Rio+20, sum verður í Brasil næsta summar.

-Vit skulu finna eina nýggjan veg, ein varandi veg. Tað er mín boðskapur til heimsins leiðarar, og tað er tí vit eru í Keypmannahavn í dag, segði Ban Ki-moon.

Síðani hann gjørdist ST-sðalskrivari í 2007, hevur Ban Ki-moon lagt stóran dent á at fáa heimssamfelagið at gera okkurt við veðurlagsbroytingarnar, og hann hevur fleiri ferðir fýlst á, at ov lítið kemur burturúr.