Gloprarregn hevur elvt til vatnflóð í Kina, tí fleiri áir eru farnar upp um áarbakkarnar. Í landspartinum Zhejiang har eysturi í landinum hevur áin The Qiantan ikki verið so stór síðani 1955, og veðurmenninir hava boðað frá meiri regni har á leiðini.
Vatnflóðin hevur noytt fleiri hundraðtúsund fólk at fara frá húsi og heimi, og nógvastaðni eru fleiri bygdir avbyrgdar, tí vegir og brýr hildu ikki til tað nógva vatnið. Myndugleikarnir siga, at 170 fólk eru ikki komin afturíaftur.
44 útlendsk ferðafólk vórðu avbyrgd í fjøllunum eftir eitt skriðulop, men tað eydnaðist bjargingarfólki at hjálpa teimum omanaftur, skrivar AP.