Stór vatnflóð í Japan

Í Japan hava myndugleikarnir sent hermenn til útsynningspartin av landinum við neyðhjálparútgerð til fólk, sum eru komin í trupulleikar, eftir at tað hevur regnað óvanliga illa har.

Stór øki standa undir vatni, og myndugleikarnir siga, at vatnflóðin hevur kravt í minsta lagi 24 mannalív. Fleiri túsund fólk eru heimleys.

Japanskir fjølmiðlar hava víst myndir av hermonnum, sum fylla tyrlur við mati og ymsari neyðhjálparútgerð. Myndugleikarnir noyðast at brúka tyrlur, tí nógvastaðni standa vegirnir undir vatni.