Vatnútbygging
Eitt av teimum stóru arbeiðunum, sum Sjóvar kommuna hevur havt koyrandi í eina tíð, nærkast nú endanum. Tað er ein nýggj og stór vatngoymsla, ið kommunan hevur latið byggja Uppi undir Fossum, sum liggur í umleið 110 metra hædd.
Nýggi vatnbrunnurin rúmar umleið 3.000 tonsum av vatni. Tað er Hans Tausen Olsen í Runavík, ið stendur fyri leveringini av brunninum, sum dansk felag hevur framleitt.
Sjóvar kommuna hevur eisini útvegað sær eitt nútímans reinsiverk, sum skal reinsa áarvatnið, áðrenn tað fer í nýggja brunnin.
Alt kelduvatn
- Vit hava fleiri størri og smærri vatngoymslur, sum allar hava reint kelduvatn. Nú hesin nýggi brunnurin verður forsýnaður við áarvatni, verður vatnið reinsað, áðrenn tað fer í brunnin.
Tummas Johannesen, tekniskur leiðari í Sjóvar kommunu, sigur, at nýggi brunnurin verður at taka til, soleiðis at hann kemur at forsýna hinar brunnarnar, tá tørvur er á vatni. Hinir brunnarnir liggja allir niðari í haganum.
- Hetta verður einasti brunnur í kommununi við áarvatni, og tí verður vatnið, sum fer í hendan brunnin, reinsað, áðrenn tað verður latið í hinar goymslurnar.
Tekniski leiðarin sigur, at kommunan hevur lagt einar fýra kilometrar av rørum langt niðan í hagan, og íbindingarnar úr nýggja brunninum og oman í verandi goymslur eru framdar fyri nøkrum árum síðan. Tó hevur okkurt verið at gjørt aftrat við nýggjum ventilum og slíkum.
Stór íløga
Nýggi vatnbrunnurin hjá Sjóvar kommunu við reinsiverki, longum leiðingum og íbindingum í hinar goymslurnar er ein stór íløga hjá kommununi.
- Hetta er ein íløga fyri fleiri miljónir krónur, men hetta er samstundis ein íløga, sum øll í kommununi fáa nakað burtur úr, sigur Tummas Johannesen.
Sum skilst, miðjar Sjóvar kommuna eftir, at alt vatnarbeiði verður liðugt í hesum árinum.