Stór valluttøka á Toftum

Klokkan 18.30 í kvøld høvdu 72,8 prosent av veljarunum í Nes kommunu verið á vali, og tað er 5,6 prosent fleiri enn á kommunuvalinum fyri fýra árum síðan.

Klokkan 18.30 í kvøld høvdu 72,8 prosent av veljarunum í Nes kommunu verið á vali, og tað er 5,6 prosent fleiri enn á kommunuvalinum fyri fýra árum síðan.

 

Í allan dag hevur valluttøkan í Nes kommunu ligið væl hægri enn á seinasta kommunuvali, tá samlaða valluttøkan var 84,31 prosent.

 

Tað eru 903 veljarar í Nes kommunu og soleiðis, sum valluttøkan hevur verið gjøgnum dagin, bendir alt á, at valluttøkuprosentið í dag verður hægri enn á seinasta vali.

 

Tá valnevndin í Nes kommunu í morgun taldi upp innkomnu brævatkvøðurnar, vísti tað seg, at hesar vóru 82 í tali ímóti 57 á kommunuvalinum fyri fýra árum síðan.