Stór uppliving hóast stórtap

Niels Jacob Heinesen, handilsmaður í Havn, var saman við børnunum og 100 øðrum føroyingum á Old Trafford í Manchester til dyst millum Manchester United og Liverpool. Hóast stórtap til heimaliðið, so gjørdist talan um eina sanna uppliving kortini

Í farnu viku var Niels Jacob Heinesen, sum eigur og rekur handilin Photocare í Dr. Jakobsensgøtu, á fótbóltsferð á Old Trafford Leikvøllinum í Manchester, sum liggur í Lancashire í Norðuronglandi. Við á ferðini vóru børnini, Annika og Teitur. Niels Jacob, sum hevur drúgvar royndir sum myndamaður, hevði tíbetur eisini myndatólið við sær á ferðini.

 

Yvir 100 føroyingar

Niels Jacob greiðir frá:

- Vit vóru yvir 100 føroyingar á Old Trafford hendan dagin. 90 vóru komnir úr Føroyum, og eini 10-15 føroyingar vóru komnir úr Danmark. Tann elsti var um tey 81, og tann yngsti var um 11-12 ár, so aldursspennið var vítt, undirstrikar Niels Jacob.

Samanhaldið og hýrurin var stórt sæð góður allan túrin. Elsti luttakarin á túrinum, var Eigil Hansen – Eigil á Borð – væl kendur kapteynur og útisiglari. Eigil hevur hildið við Manchester United í yvir hálva øld, og var tað eisini stórt fyri hann og konuna, Margaret at trína inn á Old Trafford.

Í tí stóra og heila var talan um eina jaliga uppliving. Undantakið var tó fyrsti tímin aftan á dystin, sum gjørdist eitt stórt antiklimaks fyri tann stóra meirilutan av føroyingunum, sum vóru Manchester United-fjepparar. Manchester United tapti 1-4 til Liverpool, og er talan um størsta tapið ímóti Liverpool á heimavølli í samfull 73 ár.

Niels Jacob heldur kortini, at talan var um eina samlaða stóra uppliving. Føroyski hópurin sat oman fyri annað málið, beint uppiyvir deildini, har Liverpool-áskoðarnir sótu. Talan var um góðar áskoðaraumstøður, og ein sera snøggan leikvøll. Skjótt gekk hjá trygdarvørðunum og leikvøllsstarvsfólkunum at fáa áskoðarnar inn at sita, og tað gekk skjótt at koma út aftur aftaná dystin.

– Líka skjótt, sum at fara inn á Tórsvøll, greiðir Niels Jacob eitt sindur speiskliga frá. Men tá neyðugt var at gera ørindini, sum náttúran kallar eftir, so var neyðugt at ganga ein longri tein. Annars var alt sera høggligt.

 

Eingin græt

Hóast lagið var rættiliga niðarliga hjá 90 av teimum yvir 100 føroyingunum, aftan á dystin, so undirstrikar Niels Jacob, at tað kortini ikki var so galið, at nakar græt aftan á dystin. Føroysku Liverpool-fjepparnir vóru kortini noyddir at goyma sínar kenslur og sína frøi, tá Liverpool skoraði tey fýra málini.

– Av trygdarávum, so máttu teir sum hildu við Liverpool kasta seg niður eftir, tá Liverpool skoraði, og teir máttu eisini royna at dylja gleðina á veg út úr Old Trafford, undirstrikar Niels Jacob, sum tykist hann verða lættur teirra vegna, at teir megnaðu at hava tamarhald á kenslunum.

Ilt blóð hevur verið millum Manchester United og Liverpool-viðhaldsfólk í mong ár. Hatrið er so gamalt, at fleiri ættarlið hava verið fongd av hesum. Men slíkt er nakað, sum føroysk friðarfólk seint koma at skilja. Niels Jacob letur heilt væl at Manchester sum ferðabýi.

Føroyingarnir brúktu rættiliga nógva tíð í stóru sølumiðstøðini, sum verður nevnd “Trafford Center”, har alskyns handlar eru at finna. Føroyski hópurin búði á Hotel Ramada, sum var júst sama hotel, har EB/Streymsspælarnir búðu, tá teir spældu seinna UEFA Cup dystin ímóti Manchester City.

Fólk á staðnum vóru tí væl kunnaði um Føroyar. Niels Jacob sigur seg ikki ivast í at roynt at fari ein túr aftur til Manchester fyri at hyggja eftir einum dysti á Old Trafford.

– Men prísurin er barasta ov høgur. Fyri okkum trý kostaði ferðin 21.000 krónur, og tað er ríkiliga nógv at gjalda. Næstu ferð fari eg heldur at útvega mær eitt atgongumerki til ein fótbóltsdyst, og so fari eg at leggja alla ferðina til rættis sjálvur, endar Niels Jacob, sum við væl tiknu myndunum letur lesaran taka lut í upplivingini, sum føroyski hópurin hevði á Old Trafford farna vikuskiftið.