Stór upplíving á Lítlu Dímun

Í døgunum 18. til 19. juni í ár fáa fólk eitt serstakt høvi at uppliva einastu óbygdu oyggj okkara. Talan er um ein sonevndan sólseturtúr.

Túrurin byrjar í Hvalba henda leygardagin klokkan 14. Við báti verður farið úr Hvalba og út til Oynna, sum Hvalbingar kalla Lítlu Dímun.

Tá komið er út, verður farið til gongu niðan á toppin. Á toppinum verður yvirnáttað í stórum tjaldi.

Um veðurgudarnir er við, so ber til at síggja sólina seta seint á kvøldi og rísa aftur um morgunin.

Síðani verður farið oman á renningina, har møguleiki verður at síga niður av oynni, einar 50 metrar niður. Komið verður aftur á Hvalba sunnudag.

Á túrinum eru staðkend fólk við, sum m.a. greiða frá søguni hjá oynni.

Kostnaður og annað um túrin fæst at vita á heimasíðuni hjá Oynni - www.ldimun.com