Í samband við steypafinalurnar verður nógv gjørt burtur úr rundan um vøllin.
Samstundis sum fyrstu finalurnar byrja letur eitt stórt barnaland upp við hoppiborgum og øðrum spennandi barna tiltøkum. Børnini hava møguleikan at vinna eitt serstakt upplivilsi í samband við HM-undankappingardystin millum Føroyar og Svøríki, fríggjakvøldið 12. oktober, nevnliga at sleppa at leiða spælararnar inn á vøllin.
Seinni um dagin fara fjepparafeløgini hjá steypafinalistunum at hita upp í Dansifrøi.